Ansaðu væl eftir at hava alt í ordan

Løgreglan hevur kannað bilar, sum koyrdu børn og lærarar í skúla

Í gjáramorgun hevur løgreglan verið við fleiri skúlar at kanna bilarnar, sum koyrdu børn og lærarar í skúla. Løgreglan sigur, at tey vóru bæði við Skúlan á Fløtum í Havn, við skúlan í Kollafirði, og við skúlar í Klaksvík, men har var rættiliga gott skil í.

Í hesum sambandi hyggur løgreglan mest eftir, um børn og vaksin sita í trygdarbelti, men tey hyggja serliga eftir um børnini sita fastspent eftir forskriftunum, altso, at tey minstu sita á pútu, og at tey børnini ikki sita við skúlatasku á rygginum, og so víðari

Hinvegin fær ein bilførari bót fyri at tosa í fartelefon ímeðan hann koyrdi, og í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd er tikin av honum, og úrslitið av henni verður avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.

Annars var eitt ferðsluóhapp á Oyggjarvegnum í gjár, har ein bilur gleið í einum svingi og fór útav. Bilurin fekk eitt sindur av skaða, men tað var eingin fólkaskaði.