Ansa ov illa eftir fartelefonunum

Evnið hesuferð er fartelefonir

Fólk ansa alt ov illa eftir fartelefonunum hjá sær. Tað verður staðfest niðri í Telebúðini í gongugøtuni í Havn.
? Vit fáa nógvar fartelefonir inn til umvælingar. Vatnskaðar vísa seg at vera tað, sum gongur oftast aftur, verður sagt frá Telebúðini.
? Fólk ansa ov illa eftir telefonunum. Regn ger stóran skaða, og so eisini bara tað, at tú sveittar í hondini. Eisini um tú hevur verið í einum heitum rúmi, og so fer inn í ein kaldan bil, so kondenserar telefonin, og tað kann í ringasta føri oyðileggja hana.
Tí er umráðandi, at fólk ansa betur eftir telefonunum, um tey vilja sleppa undan at lata hana inn til umvælingar.