Ansa ikki nóg væl eftir

Løgregla fær fráboðanir um lutir, sum flúgv í vindinum, tí fólk ansa ikki nóg væl eftir

 

Fitt av vindi hevur verið í nátt og í morgun og tað hevur givið løgregluni eitt sindur av fráboðanum.


Í Klaksvík slitu tveir bátar, men har fekst skjótt tamarhald aftur á støðuni.

Verri er við ymsum lutum, sum fólk ikki tryggja nóg væl og sum sostatt fúta í vindinum.

 

Í nátt hevur løgreglan fingið fráboðan um eina trampolin, sum var farin á flog í vindinum.

 

Fráboðan er eisini komin um aðrar lutir, sum vindurin hevur tikið, tí tað er ikki tryggjað nóg væl fyri vind.

 

Løgreglan heldur, at hetta er óheppið, tí slíkir lutir kunnu elva til stóran skaða.

 

Annars eru tveir mans skuldsettir fyri at bróta politiviðtøkurnar.

Teir vóru ikki grannhavandi í býnum og løgreglan helt, at teir vóru so mikið ólátaðir, at teir fáa eina bót fyri at órógva almenna friðin.

 

Tann eini av teimum rætti eisini løgreglufólki longutong og slíkan niðrandi atburð, góðtekur løgreglan ikki.