Ansa eftir Black Friday fellunum

Black Friday nærkast og nú fara tilboðsbløðini at koma út. Tað merkir, at hópin av fólki væntandi fara í býin fríggjadagin at gera kvettið. Men onkuntíð hendir seg, at fólk taka illa umhugsaðar avgerðir, sum seinni fara at smakka illa. Danska brúkararáðið Tænk hevði í fjør nøkur góð ráð til, hvussu ein sleppur undan fellunum.

 

 

Kenn tín tørv

Áðrenn tú fert í handilin at keypa er skilagott, at tú gert tær greitt, hvørjar vørur tær tørvar. Tað er nevniliga ikki so trupult at blíva rivin við av huglagnum, tá ið øll onnur keypa eisini, og tilboðini at síggja til eru góð.

 

Flatskíggjar eru uppá tilboð, men er tað júst tann flatskíggin, sum tit hava tørv á? Er styrkin nóg góður á tilboðstelefonini? Hevur tú veruliga tørv á at skifta vaskimaskinuna út, bara tí ein er upp á tilboð? Hav eina greiða fatan, áðrenn tú fert til handils, um hvat tú vilt hava og ikki.

 

 

Kanna marknaðin

Black Friday gongur skjótt fyri seg og ein ørgrynna av fólki eru í teimum ymisku handlunum. Tað er skjótt at missa yvirlit og skunda sær at smekka til eitt tilboð, sum at síggja til er gott. Serstakliga tá ið tað eru fáar eindir fyri útsøluprís. Men ert tú frammanundan greiður um, hvat tú ætlar tær at keypa, so er best at kanna prísirnar áðrenn, so tú ikki snýtir teg sjálvan.

Hygg eftir, hvat vøran tú ynskir tær verður seld fyri í øðrum handlum, so tú veitst, at talan er um eitt veruliga tilboð.

 

Ansa eftir prosentunum

Ver ikki hugtikin av lyftinum um ”minus 50 prosent”. Halt teg til prísin í krónum og oyrum. Líkamikið um handilin hevur sett eina vøru nógv prosent niður í prísi, er vøran kanska als ikki bílig samanborið við, hvat tú kanst fáa vøruna fyri í øðrum handlum.

 

 

Hygg eftir hvussu gomul vøran er

Útsøla er ein góður máti hjá handlum at rudda upp í goymsluni og sleppa av við tær næstbestu vørurnar. Ansið tí eftir, hvussu gomul vøran er, um teknisku smálutirnir eru í lagi, og um vøran riggar sum hon skal.

 

 

Ansa eftir umbýtingarrætti

Keypir tú eina vøru í einum handli, so hevur tú ongan sjálvskrivaðan rætt til at býta vøruna um, um tú broytir hugsan. Tað eru handlarnir sjálvir, sum gera av, hvussu treytirnar fyri umbýting eru.

Kelda: Taenk.dk