Fótbóltur
Talan var um kenslubornan dag hjá Anorthosis Famagosta, sum nú gongur á 99. ári.
Upprunaliga var liðið heimahoyrandi í Famagusta, men tá turkar gjørdu innrás á Cypros, flutti felagið til Larnaca. Bondini til Grikkaland eru eisini søgulig, tí longu í 1932 varð táverandi forsetin í felagnum fongslaður, eftir at hann hevði flaggað við grikskum flaggi uttan fyri felagshølini.
Og hóast fótbóltur á Cypros er ein ítróttagrein, sum væl verður fylgt við, so er tað eisini so, at áhugin fyri stóru griksku feløgunum er í minsta lagi eins stórur, sum hann er fyri Famagusta og teirra kappingarneytum í cyprisku Premier-liguni. Tá landsdystir eru á skránni nýta fólk tíðina at hyggja eftir grikkum í sjónvarpinum, heldur enn at fara til tjóðarvøllin at hyggja at Cypros, og sum heild er hetta tekin um eina tjóðskaparstøðu, har ynskið í nógvar mátar er at knýta tættari samband við Grikkaland. Eisini sum liður í royndunum at sleppa úr turkisku bondunum, sum hava býtt feriuoynna í tvíningar átøkir Eystur- og Vesturberlin á sinni. Hesa ferð við eini lutfalsliga ríkari suðurhálvu, meðan støðan á norðaru hálvuni er at kalla meira neyðarslig. Einasti munurin í so máta er, at ein trygdargeiri er mark heldur enn ein múrur.
Fleiri stórspælarar
At Anorthosis yvir høvur var við í bólkaspælinum til Champions League, var annars ein sensatión í sjálvum sær.
Tað var eisini púrasta óvæntað, at teir vunnu stig í málleysum javnleiki á útivølli móti Werder Bremen, og fyrrverandi Newcastle-spælarin, Temuri Ketsbaia, man í dag hava nakað sum líkist hetjustatus á Cypros, eftir at Panathinaikos varð sent heim við ongum mikukvøldið. Eisini hóast Panathinaikos helst eigur fleiri viðhaldsfólk á Cypros, enn Anorthosis hevur.
Tá hetta er sagt, so hevur Ketsbaia ein hóp, sum væl og virðiliga er verdur at samla uppá. Við monnum sum fyrrvernadi europameistaranum, Traianos Dellas, Savio, sum áður hevur spælt við Real Madrid og Paolo Costa, sum hevur eina fortíð í portugisiskum, italskum og fronskum fótbólti, er talan um ein hóp, sum er vanur við at standa seg á altjóða pallinum.
Og tað gjørdu teir eisini í gjár. Panathinaikos hjálpti kanska til, tá Josu Sarriegi stútaði bóltin í egið net, men kósin gjørdist púra bein, tá Dobrasinovic økti til 2-0 løtu seinni. Panathinaikos minkaði um munin við brotssparksmáli frá Salpingdis, men tá Mulla Mohammed økti til 3-1 við lítlum korteri eftir at spæla, var leyst og liðugt hjá cyprisku meistarunum.
Messi bjargaði Barca
Aðra staðni kring Europa vórðu tó eisini sjey aðrir dystir spældir í gjár.
Ein hálv sensatión lúrdi, tá Barcelona vitjaði hjá Shakhtar Donetsk, men við tveimum málum í evstu løtu eydnaðist innskifta Lionel Messi at venda dystinum.
Og í heimstaðnum hjá sjálvum Dracula greiva, Transylvania, mátti Chelsea taka til takkar við málleysum javnleiki móti einum væl stríðandi heimaliði.
---
FAKTA
Úrslitini mikukvøldið
Cluj-Napoca-Chelsea 0-0
Bordeaux-Roms 1-3
Anorthosis F-Panathinaikos 3-1
Inter-Werder Br. 1-1
Shakhtar D.-Barcelona 1-2
Liverpool-PSV Eindh. 3-1
Atletico M.-Marseille 2-1
Sporting L.-Basel 2-0