Annsy stillar upp til forsetavalið

Aðalfundurin hjá ÍSF um tríggjar vikur verður tann seinasti hjá Heðini Mortensen. Nýggjur forseti skal veljast, og her hava Sølvi Reinert Hansen og Annsy Høghamar tikið við avbjóðingini at stilla upp

Ítróttur

 

Longu á aðalfundinum fyri tveimum árum síðani boðaði Heðin Mortensen frá, at talan nú gjørdist um seinasta skeið hansara sum forseti fyri føroyskan ítrótt.

Í heyst boðaði Sølvi Reinert Hansen frá, at hann stillar upp til komandi forsetavalið. Sjálvur segði Sølvi tá, at hann var fegin um, at hann í somikið góðari tíð kundi boða frá uppstilling sínari. Ikki minst tí hetta eisini gav øðrum møguleika at stilla upp. Hóast kampval í sjálvum sær kunnu gerast bæði skitin og keðilig, so meinti Sølvi við hesum, at tað tænti ítróttinum best, um fleiri valevni vóru, tí hetta skapti eitt høvi at kjakast um føroysk ítróttaviðurskifti.

 

Avbjóðari av Eiði

Og nú er so greitt, at Sølvi fær sín møguleika at kjakast.

Eina løtu ljóðaði, at Heðin Mortensen kanska ikki fór at taka seg aftur kortini, men í aðrar mátar hevur lítið verið at frætt um nakað kampval til forsetavalið.

Freistin at stilla upp var úti á midnátt fríggjakvøldið, men tá var so enn eitt uppskot komið ÍSF-skrivstovuni í hendi.

Við stuðuli frá Flogbólts-, Svimji-, Fimleika-, Judo-, badminton, Borðtennis- og Skjótisambandinum hevði Hondbóltssambandið skotið Annsy Høghamar upp sum valevni.

Annsy er av Eiði, men best man hon vera kend úr Kyndli, har hon ígjøgnum nógv ár hevur røkt álitissessir í felagnum. Hartil var hon eisini partur av fyrstu oyggjaleikanevndini, sum fyrireikaði ferðina til Man í 1985, umframt at hon eisini hevur verið nevndarlimur í Tórshavnar Ítróttarráð.

Og tó at møguleikin stakk seg heldur brádliga upp, so ivaðist hon ikki, tá hesin beyðst.

- Tað er ikki hvønn dag, at ein slíkur møguleiki kemur. Og eg føli hetta sum eitt veldugt heraklapp fyri tað arbeiði, sum eg havi gjørt gjøgnum árini. Samstundis helt eg at hetta ljóðaði sum ein ótrúliga spennandi avbjóðing, so eg skuldi ikki nýta so nógva umhugsunartíð, áðrenn eg segði ja, sigur Annsy.

 

Vil røkka feløgunum

Enn vil hon ikki seta orð á, hví feløgini júst skulu velja hana, tá aðalfundurin verður á skránni, men nakrar tankar hevur hon kortini gjørt sær.

- Nú er hetta framveigs nýtt fyri meg, so eg fari ikki at postulera nakað her og nú. Men eg haldi tað fyrst og fremst vera sera týdningarmikið, at ÍSF røkkur út til feløgini. Sersambondini koyra sum so rættiliga væl fyri tað mesta, og tí haldi eg, at ÍSF í mest møguligan mun eigur at røkka út at stuðla feløgunum, sigur hon.

- Men tað er jú ikki vist, at eg verði vald. Tað er ein støða, sum verður greidd á aðalfundinum, og eg eri samd við Sølva í, at eitt kjak um ítróttin sum heild er sunt. Eg skal avgjørt ikki siga nakað ilt um Heðin Mortensen. Men tá ein forseti hevur sitið somikið leingi, er ofta upplagt at venda summum viðurskiftum. Og so er bara spurningurin, hvussu hetta verður gjørt. Sjálv ivist eg so ikki í, at bæði Sølvi og eg vilja føroyskum ítrótti tað allarbesta, og tí eigur eitt slíkt kjak bara at vera mennandi, sigur Annsy.