Annlis, eingin móður Theresa

Nú stundar alvorliga til jóla, og nógv fólk síggjast úti á gøtuni, býnum og ikki minst í ferðsluni, nú tann síðsta gávan, plaggi og maturin skal keypast, áðrenn tann hugnaliga løtan skal vera við familju og vinum.

Sum kunnugt so hevur nógv verið frammi í fjølmiðlinum um, at vit hava mangar familjur, sum ikki megna at fáa endarnar at hanga saman, og hevur hendan jólatíð helst verið ein sera ræðandi tíð fyri hesar familjur, tí jólini eru ikki akkurát ein bílig tíð!

Vit hava helst øll sæð hetjufilmarnar, har alt sær svárt út, men so í síðstu løtu kemur hetjan buldrandi inn á filmsskýgjan, bjargar degnum og síðan endar alt gott.

Tann sanna hetjusøgan í føroyska samfelagnum, kann sigast at vera, um “Í menniskjum góður tokki,” sum kom buldrandi inn í einari svárari tíð, og veruliga fekk bjarga mangum familjum, børnum teirra, og ikki minst so fekk “Í mennikjum góðu tokki” sett fokus á hetta tabuseraða evni, tí sannleikin er, at vit hava nógvar fátækar familjur.

Nú er tað soleiðis, at dulnevnd fólk eru farin undir herferð ímóti persóninum handan “Í menniskjum góður tokki,” Annlis, nógv verður skrivað og nevnt verður, at hon er ein tjóvur, sum einans tekur penningin til sín sjálvs, og veruliga ikki er ein móður Theresa.

Arbeiði innan stórar felagskapar hevur ein ávisan kostnað, og vil tað altið vera soleiðis, av tí at nógv tí fer til at umsita slíkt, og “Í menniskjum góður tokki” er einki undantak, nevnast kunnu felagskapir sum Amnesty International, Barnabati, ABC barnahjálp og fleiri aftrat, sum hava eitt og fleiri starvsfólk á teirra lønarlista.

At nakar fær ilt í reyvuna av, at ein persónur velur at gera eitt megnar arbeiði til framma fyri familjur og børn teirra, sum ikki eiga til dagin, er satt at siga syrgiligt og ræðandi.

Nógvar eru familjurnar, sum fara at kenna tann heita og góða jólahugnan takka verið Í mennikjum góður tokki, og eg veit, at tær eru sera takksamar fyri hetta megnar arbeiði, sum verður framt ár eftir ár.

Takk fyri títt megnar arbeiði Annlis, sum tú og tín felagskapur ger, uttan tykkum hevði tað sanniliga verið eini minni dámlig jól í nógvum heimum, og at enda vil eg fegin ynskja tær og tínum eini gleðilig og hugnalig jól.

 

Við Javnaðarkvøðu

John av Reyni