Annika verið fyri stórum ágangi

Dimmalætting er aftur á gøtuni. Blaðið er 72 síður og á forsíðuni er Annika Olsen, sum hevur havt eina rokmikla tíð í politikki seinasta góða árið

Hóast Annika Olsen hevur verið fyri stórum ágangi seiansta árið, eftir at hon valdi at fara ímóti táverandi samgongu og atkvøða fyri málinum um sammøður, so hevur hon í dag latið hurðina aftur fyri áganginum, og hevur latið dyrnar upp fyri framtíðini, har hon enn sum áður fer at arbeiða fyri einum føroyskum sjálvræði.

Tað sigur hon í stórari samrøðu við Dimmalætting, sum nú fæst í blaðsølum kring landið.

Í blaðnum er eisini tema um byggivinnuna, har tosað verður við ymisk byggivirki kring landið um stórar verkætlanir. Eisini verður vitjað í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Niðanfyri síggjast nakrar síður úr blaðnum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar eisini kunnu lesa á dimma.fo

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##