Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum. Les portrett av fráfarandi borgarstjóra, um dagligdagin hjá Poul Færø, trúboðara, um kvinnu, sum mátti eiga heima orsaka av illveðrinum fyrsta jóladag. Og so eru 32 síður við brot og bitum frá tí brátt farna árinum.
Blaðið er í handlunum í Havn í kvøld og kring landið í morgin.
Annika Olsen er ikki sama typa sum eg, og tað kemur hon aldrin at vera. Men eg fari at mæla henni til at vera fólkslig, lurta eftir fólki og fremja tað tey ynskja. Tað hevur nógv at siga, at man lurtar eftir borgarunum. Tað sigur Heðin Mortensen, ið Vikuskiftis-Sosialurin hevur hitt til eitt prát um seinastu tólv árini.
Á nýggjárinum leggur Heðin Mortensen frá sær sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu eftir tólv ár í heita sessinum á Vaglinum. Tað er ein long tíð í politikki. So mikið long, at hjá teimum, ið atkvøddu fyri fyrstu ferð til býráðsvalið í november, hava tey havt torført at minnast eina tíð har Heðin Mortensen ikki var borgarstjóri.