Annika tikið við stýrishjólinum

Havnar Framburðsfelag hevur fingið nýggjan forkvinnu. Tað er greitt aftaná at fyrrverandi formaðurin í felagnum, Sólvit Emilsson Nolsø, á aðalfundinum legði frá sær sum formaður og fór úr nevndini.


Í hansara stað er komin ein av mest umtalaðu føroysku politikarunum seinastu hálva árið, Annika Olsen. Hon er nývald í nevndini og tekur við sum forkvinna.


Umframt Sólvit E. Nolsø, so takkaði Gundur Johannesen eisini fyri seg í nevndini, og í hansara stað varð Hans Joensen valdur í nevndina.


Nýggja nevndin hjá Havnar Framburðsfelag hevur skipað seg við Annika Olsen sum forkvinnu, Hans Joensen sum næstformanni, Ingvør Justinussen sum kassameistara, Óli Breckmann og Jógvan Thomsen sum nevndarlimir, meðan Rói B. Poulsen og Joan Neshamar eru varalimir.