Annika Thomsen, ið hevur spælt øll ungdómsárini við Neistanum, hevur valt at skifta bláu troyggjuna út við tí grønu hjá Kyndli. Annika sigur við Sosialin, at hon hevði hug at royna okkurt nýtt, og tí valdi hon at skifta til Kyndil. Hon leggur eisini dent á, at tað er ikki tí nakað galið í Neistanum, men heldur tað, at hon saknaði eina nýggja avbjóðing. Annars fortelur Annika, at Kyndlakvinnur hevur vant í tríggjar vikur, og hon fallin væl til í nýggja felagnum.
Umframt Anniku Thomsen, arbeiðir Kyndil við at styrkja seg enn meira til komandi kappingarár, men enn er onki endaliga greitt. Kyndlakvinnur eru so smátt farnar undir at venja, tær renna tvær ferðir um vikuna og venja við bólti tvær ferðir, men tað verður ikki fyrr enn í august, at rættiliga verður lagt til brots við venjingini.










