Annika syngur fyri børnunum hjá børnunum

 Nú eru børnini vaksin. Tí kemur nýggja barnafløgan hjá Anniku Hoydal út júst 30 ár eftir at fyrra fløgan, »Til børn og vaksin frá Anniku« kom í 1975

 Eg havi brotið nøsina!
Hetta var tað fyrsta Annika Hoydal segði, tá vit hittu hana á loftinum á Café Natúr í morgun, har hon legði fram nýggju fløgu sína, »Til børnini hjá børnunum«.
Og so fingu vit søguna.
Ilsligt veður var sunnudagin. Tí beyð bróðir Anniku, Gunnar, sær til at koyra hana eitt ørindi, men í tí hon fór úr bilinum, misti hon hurðina, sum smekkaði beint á nøsina  sum brotnaði.
Annika endaði á sjúkrahúsinum, har nøsin varð bend upp á pláss aftur. Men hon hevur fingið at vita frá læknanum, at hon kann syngja, og tað er tað sum hevði størstan týdning, tí leygardagin fer hon at hava tvær konsertir, eina á Majarínum  eina familjukonsert seinnapartin kl 15 og eina fyri vaksin á Rex, har tað verða sangir frá Harkalið-tíðini, ið fyri tað mesta verða at hoyra.
Á nýggju fløguni hjá Anniku eru 26 sangir. Annika sigur sjálv, at hetta er ein fløga við gomlum og nýggjum songum fyri børn - og kanska eisini fyri mammur og pápar teirra. Talan er um nógvan nýggjan tónleik, har Annika hevur gjørt løg og orð. Eisini er okkurt skjaldur og so ein sangur um føroysku stavirnar  har Annika við beroddum huga á henda hátt vil læra børnini stavirnar við sangi. Tveir av sangunum hava verið á útgávum fyrr.
Hetta er 14. útgávan, sum Annika Hoydal er við á. Men sjálvandi er tað fyrra barnaplátan, sum rennir okkum í huga, sum hevði heitið: »Til børn og vaksin frá Anniku«. Tað eru júst 30 ár síðani hendan útgávan kom, og tí heldur Annika, at tað er so nátúrligt, at kalla hesa »Til børnini hjá børnunum«, tí nú eru børnini vorðin vaksin!
Tað er aftur hesaferð, Ian McCalman, sum hevur lagt alla útgávuna til rættis í studio í Skotlandi.
 Tað var ikki sum í 1975, tá vit tóku fløguna upp undir eini dýnu í einum kamari heima hjá foredlrunum hjá Iani í Skotlandi, sigur Annika líkasum fyri at samanbera tøknina tá og nú. Men hon heldur kortini, at tann plátan framvegis stendur seg væl, havandi í huga privitivu umstøðurnar.
Tekningarnar á fløgu, fløguhúsa og tekningar í sangeftirnum, hevur Ránnvá, abbadóttir beiggja Anniku, gjørt.