Annika stórspældi tá Nykøbing Falster vann í European League

Annika Fríðheim Petersen bjargaði 41 prosentum av málroyndunum hjá turkiska liðnum, Yalikavak

Annika Fríðheim Petersen fekk álitið at verja málið hjá Nykøbing Falster í seinna European League undankappingardystinum móti turkiska liðnum, Yalikavak.

 

Nykøbing Falster vann stórsigur 37-24, og ein samlaðan sigur á 66-45 á turkiska liðnum. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 18-13.

 

Annika stórspældi í málinum hjá Nykøbing Falster. Annika bjargaði 16 av 39 málroyndum hjá Yalikavak, ið svarar til 41,03 prosent.

 

Nú verður spennandi at síggja hvussu lutakastið verður hjá Nykøbing Falster til seinasta undanumfari áðrenn bólkaspælið.

 

Mikukvøldið spælir Nykøbing Falster móti Horsens í útidysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.