Annika stjóri í P/F Svend Krosstein

Frá 1. juni 2004 er Annika Krosstein sett sum stjóri í P/F Svend Krosstein í Havn, saman við pápanum, Svend Krosstein.

Annika er 39 ára gomul. Hon fór í skrivstovulæru hjá P/F Svend Krosstein í 1982 og tók HH-prógv á Føroya Handilsskúla í 1989. Hon hevur arbeitt sum bókhaldari og á skrivstovuni í fyritøkuni.

Svend Krosstein stovnaði P/F Svend Krosstein í 1966. Fyrstu árini helt fyritøkan til Yviri við Strond. Í 1980 varð flutt í nýggjan virkisbygning á Falkavegi 6, har fyritøkan heldur til.

Svend er í dag 74 ára gamal. Hann ættaður úr Klaksvík og hevur búð í Havn síðan 1956. Hann tók hægri handilsskúlaprógv á Niels Brocks Handelshøjskole í Danmark í 1955, og var eitt ár í London har hann gekk á handilskúla og arbeiddi sum skrivstovumaður.
Frá 1956 til 1966 arbeiddi hann sum bókhaldari hjá P/F Thomas Dam í Havn.

P/F Svend Krosstein er bæði heil- og smásøla sum selur alt innan vatnveiting, kloak, hitaverk, sanitet og ventilatión. Harumframt er eisini eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi. Í løtuni eru 20 starvsfólk í fyritøkuni.