Føroyski landsliðsmálverjin Annika Fríðheim Petersen hevði 16 bjargingar, harímillum eina brotskastsbjarging tá lið hennara, Haukar spældi javnleik 27-27 móti oddaliðnum, KA/Þór á útivølli á Akureyri fyrr í dag í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Íslendska Morgunblaðið gevur føroyska landsliðsmálverjanum gott skoðsmál fyri gott avrik. Morgunblaðið skrivar, at Annika Fríðheim Petersen var besti leikarin hjá Haukum í dag.
Haukar kundi verið farnar við øllum um Hekla Rún Ámundadóttir ikki hevði rakt stongina við málroynd síni í teimum allarseinastu sekundunum.
Mikukvøldið taka tær hjá Haukum móti ÍBV á heimavølli.
Støðan í bestu íslendsku hondbóltsdeildini
Lið | Dystir | Mál | Stig |
KA/Þór | 11 | 277:241 | 17 |
Fram | 11 | 322:267 | 16 |
ÍBV | 11 | 271:250 | 13 |
Stjarnan | 11 | 295:280 | 12 |
Valur | 11 | 285:261 | 11 |
Haukar | 11 | 275:286 | 10 |
HK | 11 | 267:289 | 9 |
FH | 11 | 216:334 | 0 |