Annika Olsen hevur sent tríggjar spurningar til Sirið.:
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um, at seta ”Demensætlanina” í verk og um ja, nær?
2. Hvat er úrslitið av teimum 250 tús kr, sum Løgtingið samtykti til demensætlanina í 2016?
3. Verður neyðugur peningur settur av til Demensætlanina á fíggjarlógini fyri 2017?
Annika Olsen vísir á, at alt fleiri gerast eldri, ið fer at hava við sær, at tað verða fleiri, ið fara at hava kroniskar sjúkur. Mett verður, at talið av fólki við demenssjúkur fer at tvífaldast upp í 1600 í 2040.
Annika Olsen eftirlýsir hvar átøkini eru, ið tilmælir longu finnast um.
- Á ólavsøku legði løgmaður frágreiðing fyri Løgtingið, sum nú hevur verið til orðaskiftis. Tíverri er ikki eitt orð nevnt um demensøkið í ólavsøkurøðu løgmans. Hetta kann tykjast ørkymlandi, og tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í heilsumálum, sigur Annika Olsen í lesarabrævi, ið kann lesast her










