Annika slapp undan at vísa lit

Greining: Við ikki at vera við í viðgerðini av fíggjarlógini og øllum fylgilógunum, sum vórðu skundaðar í gjøgnum løgtingið nú um jólini slapp Annika Olsen undan at vísa politiskan lit.

 

Eftir at hon fór úr Fólkaflokkinum og upp í Framsókn og aftur úr Framsókn 96 tímar seinni, hevur hon verið í politiskum ongamannalandi. Tað er ikki greitt, um hon liggur til at gerast partur av samgonguni ella av andstøðuni. Ymiskt er tó, sum bendir á, at hon aftur verður partur av Framsókn.

 

At vera uttanflokkatingfólk er bara ein fyribilsloysn. Tað gera politikarar bara, tá teir eru farnir úr einum flokki av onkrari orsøk. Ætla teir at stilla uppaftur, so mugu teir finna sær ein nýggjan flokk – ella sjálvir stovna nýggjan flokk. Ein uttanflokkatingmaður hevur lítlar møguleikar at verða afturvaldur, um hann stillar upp uttanflokka.

 

Tað er bara eitt dømi um tað, og tað var á løgtingsvalinum fyri 100 árum síðani, 28. februar í 1916, at A. C. Evensen, prestur, varð valdur uttanflokka í Sandoyar valdømi. Hann var farin úr Sjálvstýrisflokkinum í fyrra valskeiðnum og stillaði upp uttanflokka. Annað dømi, sum eisini kann samaberast, er á valinum í 1954, tá Kjartan Mohr varð valdur á privatlista, sum seinni varð til Framburðsflokkin.

 

Annika Olsen er ein politikari, sum tímir væl politiska spælið. Hon tykist trívast væl í politiska arbeiðinum. Men skal hon halda fram sum politikari, so skal hon velja flokk – annars er tað fullkomiliga ógjørligt hjá henni at yvirliva í politikki.

 

Men hvar skal hon so fara? Tað eru helst bara fáir møguleikar:

 

Hon kann gerast partur av Fólkaflokkinum aftur. Jørgen Niclasen hevur boðið henni vælkomnari aftur, men tað er valla hugsandi. Fólkaflokkurin broytist ikki – og Annika Olsen verður ikki forkvinna í Fólkaflokkinum. Tí kann valla finnast nøkur sannførandi forkláring uppá, at hon skuldi farið aftur í Fólkaflokkin – sum eisini er settur uttan fyri politiska ávirkan.

 

Hon gjørdi ov skjótt av við at boða frá, at hon fór upp í Framsókn áðrenn nevndirnar vóru valdar. Helst hevur hon verið undir stórum trýsti, tí at nýggja samgongan misti meirilutan, tá Sonja Jógvansdóttir meldaði seg úr Javnaðarflokkinum.

 

Annika Olsen kundi eisini farið upp í Nýtt Sjálvstýri – flokkurin, sum tekur ímóti politikarum úr øllum flokkum. Men tað er neyvan heldur hugsandi.

 

Tí er mest sannlíkt, at Annika Olsen verður limur í Framsókn.

 

Hon má bara koma við eini frágreiðing, har hon leggur kortini á borðið. Ta frágreiðingina megna hon uttan iva at finna – og tá alt ber til í politikki, so fer veljarin eisini at gloyma hesa orrustuna, og tí kann Annika Olsen uttan trupulleikar veljast á ting fyri Framsókn á næsta vali.

 

Og júst av hesi orsøki passaði tað helst Anniku Olsen væl, at hon slapp undan fíggjarlógarviðgerðini. Harvið slapp hon undan at taka støðu fyri ella ímóti fíggjarlógini – hon slapp undan at vísa politiskan lit.

 

Bárður á Steig Nielsen hevði eina speiska viðmerking á tingi týsnáttina. Hann helt tað vera væl klárað av samgonguni at fáa tveir andstøðutinglimir at "cleara" hvønn annan. Hvørki Annika Olsen ella Sonja Jógvansdóttir eru partur av samgonguni, men Sonja Jógvansdóttir sigur seg stuðla samgonguni, og eftir øllum at døma man Annika Olsen kenna seg sum part av andstøðuni.

 

Annika Olsen hevði ikki varafólk fyri seg í tinginum, og tí hevði hon "clerað" við Sonju Jógvansdóttir. Tað merkir, at Sonja Jógvansdótti ikki tók lutí atkvøðugreiðslunum, og tí var støðan millum samgongu og andstøðu 16-15 í staðin fyri 17-16.

 

Um Annika Olsen hevði biðið varamann møtt fyri seg, so var tað fólkafloksmaðurin Joen Magnus Rasmussen, sum hevði møtt á tingi. So hevði Annika Olsen mist tvær vikulønir, svarandi til okkurt um 18.000 krónur. Men hon missir ikki lønina, tí hon hevur ikki biðið um farloyvi. Umframt løgtingslønina, so fær Annika Olsen eisini løn sum landsstýrisfólk – tað fær hon í eitt hálvt ár, eftir at hon er farin úr landsstýrinum.

 

Hevði hon biðið um farloyvi, so hevði Fólkaflokkurin aftur verið fullmannaður á tingi. Tað hevði kortini ongan týdning havt fyri atkvøðurgreiðslurnar á tingi, tí so hevði Sonja Jógvansdóttir atkvøtt við samgonguni, og so hevði tað staðið 17-16 í flestu atkvøðugreiðslunum heldur enn 16-15.

 

Hendan clearingin hevði tó ongan týdning – uttan júst fyri Anniku Olsen, sum spardi eina hálva mánaðarløn sum tingfólk – einar 18.000 krónur, og sum eisini slapp frá at vera fyri ella ímóti nýggju samgonguni.

 

Annika Olsen fær umleið 90.000 krónur í løn um mánaðin sum tingkvinna og fyrrverandi landsstýriskvinna.