- Tørvurin á heimarøkt er nøktaður!
Tað vóru tey heilt óvæntaðu boðini, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevði at bera Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum í morgun.
Landsstýriskvinnan var í samráði í nevndini í tveir tímar í morgun, har hon skuldi svara spurningum um eldrarøktina.
- Tað, sum kom mest óvart á okkum, var, tá ið hon boðaði frá, at tørvurin á heimarøkt er nøktaður, sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í Trivnaðarnevndini.
Hon sigur, at annars hava tingfólk altíð fingið at vita, at tað mangla 1300-1500 tímar í um vikuna.
- Tí kom tað rættiliga óvart á okkum, tá ið vit fáa at vita frá sjálvari landsstýriskvinnuni, at tørvurin er nøktaður, sigur Rósa Samuelsen.
Hetta stendur eisini í týðiligari andsøgn við alt tað, sum varð ført fram á fundinum í Miðlahúsinum týskvøldið, leggur hon afturat.
Hon sigur, at hinvegin fingu tey ikki nakað greitt svar á tí stóra spurninginum og tað er, hvussu lutfallið er ímillum starvsfólk og búfólk.
- Vit fingu at vita, at tað er ikki nakað fast tal og at tað er ymiskt frá stovni til stovn.
Rósa Samuelsen sigur, at landsstýriskvinnan er nú biðin um at nágreina svarini, serliga um at tørvurin á heimarøkt er nøktaður og starvsfólkatalið á bústovnunum, alt eftir, hvussu nógv búfólk eru.
Men hon sigur, at nú hendir einki meiri fyrrenn í heyst og hon tekur sostatt ikki undir við áheitanini frá Tjóðveldi um at kalla Løgtingið saman at viðgera støðuna.
Les fleiri aðrar greinar í blaðnum í dag um sama evni.