- Skulu vit fylgja fólksins vilja, skulu vit velja Anniku Olsen til forkvinnu í Fólkaflokkinum.
Tað er ein av veteranunum í Fólkaflokkinum, Jan Christiansen, sannførdur um.
Jan Christiansen hevur umboðað Fólkaflokkin í býráðnum í Havn í 26 ár og hann hevur eisini verið býráðsformaður.
Í heili 25 ár hevur hann eisini verið nevndarlimur og formaður í Havnar Framburðsfelag, sum er lokalfelag Fólkafloksins í Suðurstreymoy.
Hann er serstakliga misnøgdur við tað, sum fer fram í flokkinum í løtuni og hann heldur, at tað kann skaða flokkin illa, at Annika Olsen ikki verður vald til forkvinnu. Hann vísir á, at úrslitið av fólkatings- og løgtingsvalinum vísir týðiliga, at veljarin vil hava eitt nýtt rák og eitt maktskifti í flokkin, tí Annika Olsen og Jacob Vestergaard beinleiðis smurdu Jørgen Niclasen av.
- Veljarin hevur týðiliga sagt, at Annika Olsen skal vera forkvinna og hann hevur týðiliga sagt, at Jacob Vestergaard skuldi halda fram sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Men tað sær út til, at hvørki hendir, staðfestir Jan Christiansen.
- Samstundis vísa valini, at veljarin er ónøgdir við Jørgen Niclasen sum formann sigur Jan Christiansen.
Hann heldur, at hetta fer at skaða flokkin og tað fer at føra til, at veljarin vendir honum bakið.
- Hetta er so nógv ímóti fólkaviljanum, at tað er kollektivt sjálvmorð, leggur hann afturat.
Jørgen Niclasen og hansara stuðlar, hava víst á, at tað er ikki persónliga valúrslitið, sum hevur týdning. Tað, sum hevur týdning er, at tað er undir hansara leiðslu, at Fólkaflokkurin hevur havt eitt kanón løgtingsval og er komin aftur í samgongu.
Tey vísa eisini á, at tað er ein meirluti, sum velur formannin og tí er tað ein demokratisk tilgongd, sum øll eiga at boyggja seg fyri.