Annika Olsen: Samgongan í Tórshavnar býráð gongur í tvíningum

Aftursvar til Hildur Eyðunsdóttir

Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin


Hildur Eyðunsdóttir hevur fingið eyguni upp fyri, at hon situr í skeivari samgongu við skeivari leiðslu. Hetta ásannar hon óbeinleiðis í grein í Sosialinum og Dimmalætting 26 juni, har stórmálið um umskipan av Vaglinum als ikki hevði verið umrøtt í samgonguni. Hetta sigur okkum eitt sindur um vánaliga arbeiðsstevið í samgonguni, har týdningarmikil mál als ikki verða viðgjørd, áðrenn tey koma á býráðsborð, men hinvegin trýst ígjøgnum. Verða kvinnurnar í samgonguni ikki eftirspurdar og tiknar við uppá ráð, áðrenn málini koma fyri í býráðið? Eg haldi, at tað er sera undrunarvert, at formaðurin í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs als ikki hevur verið við í viðgerðini av umskipanini av miðbýnum, men vaknar við kaldan dreym á býraðsfundi og tørvar - og fær hjálp frá hinum kvinnunum umframt tveimum fólkafloksmonnum í andstøðuni, so málið um umskipan av Vaglinum við stórum skrivustovubygningi, sum vildi oyðilagt hjartað í Havnini, bleiv felt.

Annars vil eg rósa Hildur Eyðunsdóttir fyri frálíkar intentiónir við miðbýnum, sum eg fult og heilt taki undir við. Góða Hildur um tú eina aðru ferð hevur tørv á at fáa hjálp frá okkum í Fólkaflokkinum, eru vit altíð til reiðar at stuðla skilagóðum uppskotum viðvíkjandi skipan av miðbýnum, har mentanin, tónleikurin og fólkið verður sett í hásæti. Skuldi tað hent seg, at tú hevur hug at saðla um, so eru vit í Fólkaflokkinum altíð til reiðar at finna loysnir um skipan av nýggjari samgongu.