Annika Olsen og hini koma til búgvið borð

Tórshavnar kommuna hevur aldrin verið so væl fyri sum nú, ljóðar seinasta heilsanin frá samgonguni í Tórshavnar Býráð

 

- Komandi býráð kemur til skorin klæði og búgvið borð.

 

Tað var seinasta heilsanin frá teimum í samgonguni í Tórshavnar Býráð, nú hetta valskeiðið er runnið, og nýggj samgonga eftir ætlan tekur við á nýggjarinum, við Anniku Olsen sum borgarstjóra í eini samgongu ímillum Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

 

Býráðið hevur endaliga samtykt fíggjarætlanina fyri Tórshavnar kommunu fyri næsta ár, og fráfarandi býráðssamgonga setir ikki ljósið inn undir skeppumálið.

 

Niðurstøðan hjá fráfarandi samgongu á fundinum var, at komandi býráð yvirtekur eina kommunu, sum fíggjarliga ongantíð hevur verið betri fyri, samstundis sum kommunan er í rúkandi vøkstri.

 

Tilsamans verða inntøkurnar næsta ár 868 milliónir, raksturin er 704 milliónir og aðrar útreiðslur eru 22 milliónir, rentuútreiðslurnar eru 6 miljónir.

 

Útreiðslur tilsamans eru 733 milliónir og yvirskot, áðrenn løgur, er 135 milliónir. Avdráttirnir eru 18 milliónir. Tilsamans eru íløgurnar 245 millónir, av hesum eru 160 miljónir løgur hjá Tórshavnar Havn.

 

Skattaprosentið lækkar 0,75 prosent, niður á 19 prosent, og tað gevur borgarunum ein skattalætta uppá 30 milliónir.

 

Nógv tann størsta íløgan næsta ár er nýggi Skúlin á Fløtum, sum fær 70 milliónir næsta ár.

 

Annars vísa tey á, at Heilsu- og umsorganartænastan fær 7,7 milliónir krónur aftrat til at skipa nýggj tilboð og nýggjar tænastur í heimatænastuni, eitt nú dagtilhald og venjingar, og harumframt verður starvsfólkatalið á búdeildum hækkað, serliga kvøld- og náttarvaktirnar og til reingerð.

 

Vit hava meiri um hetta seinni. Eitt nú er andstøðan í býráðnum alt annað enn samd í, at tað gongur strúkandi. Tvørtur ímóti siga tey, at fíggjarætlanin er sum eitt piðað ræ, og at tað er í tøkum tíma, at nýtt fólk tekur um stýrisvølin.