Annika Olsen missur 27,5 milliónir

Stór óvissa er um játtanin til pensjónir og onnur almannamál næsta ár

Tað er ógvuliga óvist, hvussu verður við játtanini til fólkapensjónir, fyritíðarpensjónir og onnur almannamál næsta ár.

 

Tað er greitt, nú Løgtingið leggur síðstu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Fíggjarnevndin hevur nevniliga skarvað 27,5 milliónir av játtanini, sum samgongan annars hevur sett av til pensjónir og onnur almannamál.

 

Niðurstøðan hjá Fíggjarnevndini er, at nýggjar metingar hjá nevndini hava víst, at útreiðslurnar á hesum økjum eru yvirmettar, og tí kunnu tær lækka, uttan at veitingarnar lækka.

 

Tað eru enntá tey, sum hava illgruna um, at Annika Olsen hevur yvirmett útreiðslurnar við vilja fyri at tryggja sær eitt rásarrúm, skuldi tað hent, at útreiðslurnar verða hægri enn mett.
 

Í hesum sambandi hevur Fíggjarnevndin skorið sjey milliónir av játtanini til vanliga forsorg, 3,5 milliónir er skornar av játtanini til arbeiðsfremjandi tiltøk, játtanin til fólkapensjón er skorin 11 milliónir krónur og seks milliónir eru skornar av játtanini til fyritíðarpensjón.

 

Hetta er eisini fyribils samtykt í Løgtinginum. Um tað verður endaliga samtykt fæst at vita, tá ið fíggjarlógin verður endaliga samtykt.

 

Men Annika Olsen er als ikki trygg við støðuna.

 

Hon sigur, at hon kundi ikki funnið upp á at yvirmett útreiðslurnar við vilja.

 

Hon vísir á, at tað er fakliga fyrisitingini Almannaverkinum, sum hevur gjørt metingarnar, sum síðani eru eftirmettar í av fakligu fyrisitingini í Almannamálaráðnum.

 

Fíggjarnevndin hevur so eina aðra áskoðan, so má tíðin vísa, hvør fær rætt, fyrisitingin í Amannaverkinum og Almannamálaráðnum øðrumegin, ella Fíggjarnevndin.

 

Í Løgtinginum í gjár hevur royndi hon at fáa lyfti um, at Almannaverkið fær eina eykajáttan, skuldi tað víst seg, at játtanin ikki røkkur, nú hon er skerd.

 

Og tað skal vera, uttan at aðrar játtanir skulu skerjast tilsvarandi.

 

Men tað lyftið fekk hon ikki!

 

Hvussu verður við eykajáttan, skal tað viðgerast í Løgtingunum í hvørjum einstøkum føri, sigur Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini.

 

Um eina løtu hava vit eina viðmerking frá Bárði Nielsen, sum staðfestir, at tað er púra ráðiligt at skerja játtanirnar.