Annika Olsen á kjakfundi í Oslo

Annika Olsen, sum er eisini er landsstýriskvinna í norðurlandamálum, var í gjárkvøldið á kjakfundi í Oslo. Talan er um ein fund saman við hinum norðurlendsku samstarvsráðharrunum í Oslo.

Í hesum sambandi hevði norska norrøna felagið bjóðað øllum norðurlendsku samstarvsráðharrunum til fundar í Litteraturhuset í Oslo. Á skránni var evnið “Tann norðurlendski dreymurin – Norðurlendskar loysnir til avbjóðingarnar hjá vælferðarsamfelagnum.”

Eisini vóru norska LO og norska arbeiðsgevarafelagnum við á fundinum.

Nøkur av teimum evnunum, sum kjakast varð um, vóru forðingar millum londini, arbeiðsloyvi – serliga ungdómsarbeiðsloysi, hvussu tryggja vit framtíðar arbeiðsmegina og harvið eisini tað norðurlendska vælferðarsamfelagið.

Øll vóru samd um, at tað hevur sera stóran týdning at menna tað norðurlendska samstarvið enn meira.

Á myndini eru tey frá vinstru, Katrín Jakobsdóttir úr Íslandi, Annika Olsen og Rigmor Aasrud úr Noregi.