Annika Olsen hevur nú sagt tingsessin frá sær

Nú er Janus Rein aftur tingmaður fyribils

Nú er tað greitt, at Annika Olsen, sum nýliga varð vald til borgarstjóra í Havn, ikki verður at síggja í Løgtinginum aftur.

 

Hon hevur alla tíðina verið ímóti, at tað skal bera til at vera borgarstjór og løgtingslimur ísenn, tí annað starvið er ríkiligt. O tískil hevur hon eisini boðað frá, at varð hon borgarstjóri í Havn, fór hon at siga tingsessin frá sær

 

Í morgun hevur Løgtingið sín fyrsta fund í nýggja árinum, og tað fyrsta sum hendi, var, at Annika Olsen boðaði frá, at hon segði tingsessin frá sær, samstundis sum at hon takkaði fyri tíðina í Løgtinginum.

 

Næsti maður hjá Fólkaflokkinum, er Joen Magnus Rasmussen, men hann er burturstaddur, Og sostatt hevur Janus Rein tikið sæti á tingið fyribils.

 

Hann sat á tingi í undanfarna valskeiði, hann varð valdur fyri Framsókn, men fór síðani í Fólkaflokkin. Men hann fall á løgtingsvalinum í fyrrárið.