Hóast hon atkvøddi ímóti, so fer hon at virða landsins lógir og at víga samkynd.
Tað segði Annika Olsen í Degi og Viku í kvøld.
Komandi borgarstjórin í Havn var gestur í sjónvarpsstovuni í kvøld, og har segði hon millum annað, at hon ikki hevur brotið eina skriftliga avtalu um samgongusamstarv við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.
Hon segði, at tey skrivaðu undir upp á eina avtalu um at samráðast víðari dagin eftir, og at tær samráðingarnar slitnaðu.
Hon var eisini spurd um, hvat skal hýsast í Sjóvinnuhúsinum. Men tað kundi hon ikki svarað. Hon segði, at sitandi býráðssamgonga er í samráðingum við Mentamálaráðið, og at nýggja samgongan bíðar eftir, hvørja niðurstøðu tey koma til.
Hon segði, at Musikkskúlin verður bygdur, hóast hann ikki er nevndur í samgonguskjalinum.