Annika Olsen: – Eg gevi meg ikki!

– Eg tími ikki at sovsast inn í eitt ella annað kompromi. Eg veit ikki hví hann ikki bara kann siga »ja« ella »nei«

So bersøgin er Annika Olsen, borgarstjóri í Havn um støðuna, nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum enn ikki hevur svarað, um hann fer at góðkenna sáttmálan millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið.

Hon sigur, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ikki virðir tað, sum stendur í kommunulógini um, at vit skulu tryggja eitt javnt lønarlag.

– Tað er einasta orsøkin til, at handan ásetingin er komin í kommunulógina. Tí ætlanin var í síni tíð at seta eina nevnd at tryggja, at lønarlagið var javnt millum land og kommunur. Men tað var ov møtimikið, og tí kom handan ásetingin um, at landsstýrismaðurin skuldi góðkenna sáttmálan, sigur Annika Olsen.

Hon vísir á, at hetta varð gjørt, tí tey høvdu álit á, at landsstýrismaðurin fylgir landsins lógum.

– Men nú ger hann beint tað øvugta. Eg tími ikki at spæla við upp á hatta har, og eg veit ikki, hví hann ikki bara kann siga »ja« ella »nei«, sigur Annika Olsen, sum ikki tímir at togast um hetta, tí tað verður bara ein skrúva uttan enda. Tí fara tey nú at leggja málið fyri rættin.

– So einfalt er tað, sigur hon.

– Og so má rætturin gera úrskurð um, vat er rætt ella hvat er skeivt, sigur Annika Olsen, sum vísir á, at starvsfólkini fáa sína løn sambært tí gamla sáttmálanum. Tey fáa tey ta mistu inntøkuna aftur, tá nýggi lønarsáttmálin er klárur.

– So vóna vit, at vit vinna sakina, og so fáa starvsfólkini alt endurgoldið við afturvirkandi kraft, sigur hon.

Hon vísir á tað, sum Jørgen Niclasen segði í útvarpinum í gjár um, at búskaparstøðan ikki er so ring, sum óttast varð fyri.

– Men við hesum er tað ikki tað, sum hann signalerar, sigur hon.

Nevndin í Kommunufelagnum hevur havt fund í dag, og nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevði fund um málið mikudagin.

– Og vit eru púra samd um hetta málið, og at hetta er tað einasta rætta at gera, sigur Annika Olsen.

Hon heldur, at Jørgen Niclasen ætlar at brúka hendan sáttmálan sum eitt jarnbrot fyri tær næstu samráðingarnar, sum hann skal undir.

– Men tað ber ikki til at kloyva eitt fakfelag í helvt upp á hendan mátan. Man má vera rímuligur sum arbeiðsgevari, tí eg skal tryggja, at vit hava góð starvsfólk úti í kommunum, sigur hon.

Hon vísir á, at einaferð var stórur lønarmunur millum pedagogar hjá landi og kommunum og at tað tók drúgva tíð at rætta hendan skeivleikan. Hon sigur, at tá vildu fólk heldur starvast hjá landinum enn hjá kommununum, og tað var ein stórur trupulleiki.

– Eg veit ikki, hvat Jørgen hugsar, men helst er hann lopin framav. Men eg gevi meg ikki í hesum málinum. Tað geri eg ikki, sigur Annika Olsen.