Annika Olsen: Altjóða kunningin ov vánalig

- Bæði Løgmansskrivstovan og Fiskimálaráðið hava arbeitt leingi og væl við hesum málinum, og tey hava gjørt eitt stórt og gott arbeiði. Men persónliga haldi eg, at vit áttu at havt kunnað umheimin nógv fyrr enn vit hava gjørt.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum og virkandi løgmaður, tá Portal.fo ringir fyri at spyrja, hvat kom fram á landsstýrisfundinum í dag.

Sum virkandi løgmaður kallaði Annika Olsen landsstýrið saman í dag við tí endamáli at fáa eina kunning um støðuna í málinum um ES-stongsulin.

Áðrenn fundin segði hon við Portal.fo, at hetta var gjørt fyri at kunna alt landsstýrið um støðuna, nú ES víkir frá egnum freistum fyri at lýsa handilsstongsul móti Føroyum longu í hesum mánaðinum.

Nú fundurin hevur verið sigur hon, at talan var um ein góðan og upplýsandi fund, har alt málið var vent og viðgjørt. Sambært henni er støðan álvarslig, tí ES-havnir vera stongar fyri føroyskum skipum, og tí má vera greitt, hvussu farast skal fram. Í høvuðsheitum heldur hon, at føroyskir myndugleikar hava gjørt tað, sum gerast skal, men tá tað snýr seg um kunning haltar, álvarsliga.

- Vit vistu longu í mai, hvat var á veg, og eftir mínum tykki áttu vit at havt kunnað umheimin um okkara støðu. Eg veit ikki neyvt, hvat sendistovan í Bruxelles hevur gjørt, men nú hevur man so sent kunning út til allar altjóða miðlar og eisini hevur sendikvinnan í Bruxelles í dag kunnað miðlarnar har. Tað er gott, at vit fáa tað út, men tað er í seinna lagi, sigur virkandi løgmaður.

Tað kann fyrikoma, at hetta meira er í panikk, tí man í grundini ikki hevur trúð uppá, at ES veruliga fór at seta stongsulin í verk. Er tað so?

- Nei, tað haldi eg ikki, tí bæði Fiskimálaráðið og Løgmansskrivstovan hava arbeitt nógv við hesum málinum. Men tað er rætt, at vit kundu havt kunnað umheimin betur um okkara sjónarmið, tí hetta er í seinna lagi. Men vónandi kann tað flyta okkurt, sigur Annika Olsen.