Farna kappingarár kappaðist Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof í EHF European League, og hetta kappingarárið kappast Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus í EHF European League.
Nú fer ein landsliðsleikari hjá kvinnulandsliðnum eisini at kappast í EHF European League.
Hetta gjørdist veruleiki fyrr í dag, tá føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster vunnu seg í EHF European League bólkaspælið við einum samlaðum 64-51 sigri á Viborg í tí tí seinasta undanumfarinum.
Nykøbing Falster hevði trivaliga 34-21 leiðslu við sær til Viborg aftaná fyrra dystin, og í dag eydnaðist tað Nykøbing Falster at knógva ein 30-30 javnleiki, og sostatt vinna ein samlaðan 64-51 sigur. Viborg var á odda 17-14 í steðginum í dystinum í dag.
Sum so ofta fyrr vardi Cecilie Greve málið hjá Nykøbing Falster størra partin av dystinum. Men Annika slapp uppí part, og ta tíðina av dystinum hon vardi málið hjá Nykøbing Falster bjargaði hon fýra av 12 málroyndum hjá Viborg.
Luttøkan hjá Anniku við Nykøbing Falster í EHF Europan League er enn eitt gjøgnumbrot hjá føroyskum landsliðsleikarum. Tað grør um gangandi fót.