À Tingfundi hin 1. juni varð Annika Olsen vald sum nýggjur løgtingsgrannskoðari. Rodmund Nielsen hevur verið løgtingsgrannskoðari fyri Fólkaflokkin, men eftir at Annika Olsen hevur tikið sætið aftur í Løgtinginum, fer hon nú at røkja arbeiði sum løgtingsgrannskoðari.
Rodmundur Nielsen er sum kunnugt ikki longur løgtingslimur, eftir at landsstýrisfólk floksins aftur eru komin í Løgtingið.
Sambært § 45 í stýrisskipanarlógini velur Løgtingið millum limir sínar nakrar løgtingsgrannskoðarar at hava eftirlit við landsrokniskapinum og øðrum almennum rokniskapum.