Annika Hoydal sett løg til tekstir hjá Williami

Annika kemur til Føroya at hava konsert í samband við útgávuna, Konsertin verður tann 30. januar í Norðurlandahúsinum.

Dagfinn Olsen


Í samband við 100 ára dag William Heinesens, gevur Annika Hoydal út fløgu. Hon hevur sett løg til tekstir hjá Williami.

Fløgan nevnist Stjerner mine venner. Annika sigur í tíðindaskrivi, at William var á miðjum havi, men á einum serstøkum stað, Torshavn.

William er sum søgusigari kendur um stóran part av heiminum, men hann hevur eisini givið út 7 yrkingasøvn. Annika hevur latið nakrar av yrkingunum í tónleikabúna, í samband við 100 ára dagin.

Yrkingarnar eru úr ymsum tíðarskeiðum í lívi Williams og geva eina heildarmynd av hansara treytaleysu verju av tí menniskjasliga, tí góða, hugflognum og einum sunnum látri.

John von Daler hevur lagt tónleikin tilrættis. Eitt samstarv um landamørk, ið tekur støði í Tórshavn, eitt serstakt stað undir høgu stjørnunum.

Vert er at leggja sær í geyma, at Annika kendi William í uppvøkstrinum. Hon er dóttir annan av Føroya stóru skøldum, Karstin Hoydal, ið var vinmaður Williams. Gunnar Hoydal skrivar um hetta í fløguhúsanum..

Annika minnir á, at William ikki var rættiliga viðurkendur tá, men pápi hennara og William prátaðu ofta um ymisk viðurskifti. Ein annar av vinmonnunum hjá Williami var Heðin Brú. Teir vóru grannar og høvdi eisini kúgv saman.

Annika kemur til Føroya at hava konsert í samband við útgávuna, Konsertin verður tann 30. januar í Norðurlandahúsinum.