Annika Hoydal í Leikalund

Leygarkvøld klokkan 21 verður kvøldseta við Anniku Hoydal í Spaniastovu í Klaksvík. Annika fer at syngja, siga frá og lesa yrkingar hjá fleiri av okkara kendastu rithøvundum. Annika Hoydal er uppvaksin í Tórshavn. Hon tók prógv á Statens teaterskole í 1973. Áhugi hennara fyri leiklistini hevur givið henni fleiri bein at standa á og hon hevur nú fleiri tíggjuár á baki sum songkvinna, sjónleikari og tónasmiðjur.

Tónleikurin hevur alsamt fylt meiri og meiri og higartil hevur hon hevur hon verið at hoyrt á 14 plátum og fløgum út við sangi, har ið hon í stóran mun hevur gjørt løgini til orð hjá føroyskum yrkjarum.

Hon er eisini kend Harkaliðnum, sum hon sang við í mong ár.

Annika Hoydal hevur í nógv ár sungið, lisið upp og sagt frá um og burturúr føroyska skaldskapar- og søguheiminum.

Hon hevur samansett fleiri kvøld, har hon sigur søgur úr Føroyingasøgu, sagnum og kvæðaskaldskapi blandað við føroyskum sangum og vísum.

Við árunum er Annika hoydal vorðin kend í Norðanlondum og Týskalandi sum boðberi fyri føroyskari list og mentan.