Annika hevur spart 9 milliónir

Raksturin hjá Kringvarpinum gav eitt lítið hall í 2009. Serliga tí inntøkurnar hava verið nógv minni enn í 2008. Tá Kringvarpið legði fram eitt hall á 3,3 milliónir fyri 2008, varð samstundis sagt, at var tað ikki fyri Gekkin, sum í fleiri mánaðir snaraði uttan um stóra pottin, hevði hallið verið munandi størri.

Fyri 2009 verður talan aftur um hall, men hetta er hesaferð avmarkað til hálva millión.

Inntøkurnar hjá stovninum eru munandi lægri, enn tær hava verið. Bæði fyri spøl, lýsingar og kringvarpsgjald. Tilsamans er minkingin 6,2 milliónir.

Men útreiðslurnar eru eisini minkaðar heilt nógv. Samanlagt eru útreiðslurnar minkaðar við 9 milliónum krónum, framgongur millum annað av svarskrivinum, sum stýrið í dag sendi til tíðindadeildina í samband við viðgerðina av málinum um uppsøgnina av tíðindaleiðaranum.