Annika hevði eitt megnar avrik móti toppliðnum

Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster taptu í Odense í seinasta bólkadystinum í endaspælinum i bestu donsku hondbóltsdeildini

Ígjár spældu føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster seinasta dystin í bólki 1 í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Undan dystinum var tað greitt, at Odense hevur vunnið bólkin og Nykøbing Falster er nummar tvey. Sostatt høvdu bæði liðini longu tryggjað sær pláss í hálvfinalunum.

 

Annika fekk møguleikan at verja málið hjá Nykøbing Falster allan dystin, og sigast má, at hon tók av og hevði eitt megnar avrik hóast Nykøbing Falster tapti 22-28 (8-11).

 

Annika bjargaði 15 av 42 málroyndum, ið svarar til 36 prosent, ið er eitt sera gott avrik móti einum toppliði sum Odense.

 

Leygardagin spælir Nykøbing Falster fyrstu hálvfinaluna á útivølli móti Esbjerg.

 

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn endaðu kappingarárið væl við einum sigri á heimavølli á Silkeborg-Voel á heimavølli í bólki 2. Keypmannahavn vann 34-31 (18-15). Pernille skoraði tvey mál.

 

Keypmannahavn bleiv nummar trý í bólki 2, og var eitt stig frá at røkka hálvfinalunum.