Annika fingið handað álit um eldrapolitikk

Í morgun fekk Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, handað eitt álit um eldrapolitikk, sum ein breiður arbeiðsbólkur hevur orðað.

Tað var skrivarin og formaðurin í arbeiðsbólkinum, Jóhan Pauli Helgason, sum greiddi frá álitinum og sum eisini handaði landsstýriskvinnuni álitið.

Endamálið við álitinum er trífalt:

• Eldrapolitikkurin hevur sum ítøkiligt endamál, at vera virðisgrundarlagið undir eini komandi rammulóg fyri eldrarøktina í Føroyum

• Eldrapolitikkurin skal orða algildar meginreglur og karmar fyri eldraøkið

• Eldrapolitikkurin skal verða grundarlag undir samstarvi og samskifti millum avvarðandi partar á eldraøkinum.

Nakrar av niðurstøðunum hjá arbeiðsbólkinum vórðu:

• Mælt verður til, at greiða verður fingin á myndugleikaviðurskiftunum á økinum so vald og gjald fylgist at. Hetta er ein grundleggjandi fyritreyt fyri øktari menning og framtakssemi á eldraøkinum.

• Av tí, at demografiska gongdin hevur við sær stórar avbjóðingar fyri tænastustøðið á eldraøkinum, verður mælt til, at arbeitt verður miðvíst fram ímóti einum fíggjarligum burðardyggum eldraøki, samstundis sum tænastan verður løgd til rættis í mun til eina starvsfjøld, sum støðugt minkar.

• Mælt verður til, at tænastan á eldraøkinum verður skipað á ein so smidligan hátt sum til ber og at samband er millum tørv borgarans og tey tilboð, sum borgaranum stendur í boði.

Annika Olsen leggur longu klokkan 11 í dag álitið fyri Løgtingið, og 29. januar verður so aðalorðaskifti um álitið.

Eldraøkið verður efti rætlan lagt út til kommunurnar 1. januar 2014, og tí er neyðugt, at eldrapolitikkurin verður settur í gildi í ár.

Tey, sum hava mannað arbeiðsbólkin, eru:

Gunnleyg Durhuus, Almannaverkið

Arne Thorsteinsson og Elisabeth Ellingsgaard, Landsfelag Pensjónista

Halldis Joensen, Alzheimerfelagið

Ása Holm, Heilsuhjálparafelag Føroya

Sunrit Niklasdóttir, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Maibritt Mohr, Heilsurøktarafelagið

Marjun Poulsen, Fysioterapeutfelag Føroya

Vígdis Nolsøe, Ergoterapeutfelag Føroya

Sveiney Sverrisdóttir, Føroya Kommunufelag

Eyðun Christiansen, Kommunusamskipan Føroya

Jóhan Pauli Helgason (skrivari), Almannamálaráðið

Myndina hevur Fróði Jacobsen tikið