Annika fer at tryggja javnstøðu í valnevnd

Eftir nógvar og harðar atfinningar, verður nú javnstøða í nevndini, sum Løgtingið hevur samtykt at seta at endurskoða valskipan okkara Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, ætlar Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, sær at heita á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, um at velja eitt konufólk í nevndina, sum skal endurskoða valskipanina, ístaðin fyri Sjúrð Rasmussen, sum hevur boðað frá, at hann tekur ikki við valið í nevndini.

Annika Olsen er í summarfrí, men hon sigur, at hon hevur onga áheitan fingið um at velja konufólk í nevndini.

Men hon ger samstundis greitt, at hon fer at taka áheitanina til eftirtektar og at velja eitt konufólk í nevndina.

Sostatt verða trý av øðrum kyninum og tvey av hinum kyninum í nevndini og nærri javnstøðu slepst ikki í eini nevnd við fimm fólkum.

Annars hava allir teir politisku flokkarnir valt hvør sítt mannfólk í nevndina, men Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, sigur, at vilja teir flokkar, sum hava kvinnulig umboð á tingið endurskoða nevndarvalið og velja konufólk ístaðin fer hann at taka tað til eftirtektar.

Men um politisku flokkarnir fara at taka av tilboðnum, er óvist.