Annika fekk fyrstu minuttirnar í bestu donsku hondbóltsdeildini

Móti dystarenda fekk landsmálverjin sínar fyrstu minuttir í málinum hjá Nykøbing Falster

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen fekk sínar fyrstu minuttir í bestu donsku hondbóltsdeildini aftaná skiftið frá íslendska felagnum, Haukar.

 

Nykøbing Falster tók ígjár móti Århus á heimavølli. Tað gekk heldur trekt í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Århus á odda 14-13.

 

Í seinna hálvleiki lá væl fyri hjá heimaliðnum, ið vann dystin 27-22.

 

Annika slap at verja málið seinastu minuttirnar, og til stóran fagnað fyri heimafjøldina hevði hon eina góða bjarging.

 

Mikukvøldið spælir Nykøbing móti Odense á útivølli.

 

Nykøbing er nummar fimm í deildini við 23 stigum. Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið.