Annika farin í farloyvi

Tað er ikki samtykt enn, men Annika Olsen, Fólkaflokkurin, hevur søkt um farloyvi úr Løgtinginum

Tað liggur í kortunum, at Annika Olsen úr Fólkaflokkinum verður nýggjur borgarstjóri í Havn á nýggjárinum.

 

Tí søkir hon í dag Løgtingið um farloyvi frá tí løgtingsessi, sum hon røkir fyri Fólkaflokkin. Tingið fer at játta hesum farloyvi um eina kløtu og geva Joen Magnus Rasmussen sessin hjá komandi borgarstjóranum í Havn.

 

Verður Annika Olsen vald til borgarstjóra, so er tað fyri eitt fýra ára skeið.