Annika er ársins álitisfólk

Annika Bech er ársins álitisfólk hjá limunum í Starvsmannafelagnum. Tað upplýsir fakfelagið í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum.


Tað var á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum í dag, at tað bleiv kunngjørt, at tað Annika Bech, ið fekk heiðurin í ár. Annika Bech er úr Havn. Seinastu góðu tíggju árini hevur hon starvast á Ellisheiminum hjá Tórshavnar kommunu við Rættará, og hon hevur verið álitisfólk seinastu fýra árini, upplýsir Starvsmannafelagið.


Í grundgevingunum fyri at lata Anniku Bech heiðurin, varð millum annað nevnt, at hon áhaldandi hevur talað søk starvsfólkanna.


- Annika hevur í virki sínum sum álitisfólk, samvitskufult og ábyrdarfult røkt starvið og hevur áhaldandi talað søk starvsfólkanna. Hon hevur gjøgnum yrki sítt stríðst fyri rættindum hjá starvsfeløgum sínum, samstundis sum hon hevur vakt ans, áhuga og virðing fyri álitisfólkaskipanini, skrivaði felagið í grundgevingini.