Annika enn ikki tikið støðu

Annika Olsen hevur ikki søkt um limaskap í nøkrum øðrum flokki enn.

- Beint nú er støðan tann, at eg eri uttanflokkafólk, og so taka vit tað frá har.
Tað segði Annika Olsen, varaløgmaður og leysgangari í løgtinginum, tá hon var gestur í útvarpstíðindunum klokkan 10.


Hon viðgekk tó, at sum politikari so ynskir man at vera har sum man fær mest ávirkan, og tað er í politiskum flokkum. Tí væntaði hon, at hennara tíð sum leysgangari ikki fór at verða drúgv.


Tað er eisini nógv, ið bendir á, at tingkvinnan er á veg í ein av samgonguflokkunum, tá tað er í samgonguflokkum, at tingfólk fáa mest ávirkan. Upplagda boðið er Framsókn, har fyrrverandi partamaður hennara, Poul Michelsen, er formaður.


Tað hevði eisini styrkt eina komandi samgongu millum Framsókn, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Sum nú er hava teir flokkarnir 17 tingfólk, men við Anniku hækkar tað talið upp í 18 tingfólk.