Tá ið løgtingslimir skulu trýsta á knappin og atkvøða um samkynd skulu fáa loyvi at giftast borgarliga, fer Annika Olsen, uttanflokstingkvinna, at atkvøða ja.
Tað staðfesti hon í løgtinginum í áðni.
Um uppskotið verður samtykt, ella ikki, fer at ríða um snarið. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava gjørt greitt, at teir atkvøða ímóti. Tað kemur heldur ikki óvart á, at Miðflokkurin, og Nýtt Sjálvstýri eisini atkvøða ímóti.
Hinvegin kemur tað heldur ikki óvæntað, at onnur uttanflokstingkvinnan Sonja Jógvansdóttir, atkvøður fyri. Hon er eisini ein av uppskotsstillarunum.
Hinvegin ger hin uttanflokstingkvinnan, Annika Olsen, eisini greitt, at hon fer at atkvøða fyri uppskotinum.
Annars hevur verið bíðað eftir, hvørja støðu hon hevur í málinum, tí undan valinum, tá ið hon var í Fólkaflokkinum, var hon ímóti at broyta hjúnabandslógina.
- Tað var eg ímóti, tí hjúnabandslógin er donsk og loyvir samkyndum at giftast og hon tekur ikki undir við, at samkynd kunnu giftast í kirkju.
Men hon heldur, at hetta hava uppskotsstillararnir bøtt upp á við at leggja uppskot fyri løgtingið um, at kirkjan kann bara víga pør av hvør sínum kyni.
Annika Olsen heldur, at vit áttu at yvirtaka málsøkið og skipað øki eftir føroyskum viðurskiftum fyri at sleppa undan at grava eina gjógv ímillum tey, sum eru fyri og ímóti samkyndum hjúnalagi.
Men Annika Olsen staðfestir, at vit tí søguliga í huga, og vit tí menniskjavirðum, vit eiga at hava í okkara samfelag, kann hon ikki vera ímóti, at samkynd sleppa at ganga saman í borgarligt hjúnalag.










