Annie á odda fyri MBM í Suðuroy

Vikublaðið hevur vitjað í Suðuroy og í blaðnum, sum verður borið í hvørt hús í morgin, er fitt av tilfari úr Suðuroy.

 

Meginfelag Búnaðarmanna hevur deild í Øravíkarlíð, har Annie Bech Hentze tekur sær av tí dagliga í handlinum, og tað hevur hon gjørt síðan 2010.


- Vit selja mest av ymiskum fóðuri til seyð, gæs, dunnur og høsn, og vit selja eisini íslendskt og danskt hoyggj, sum bæði fæst í stórum ballum og í smærri nøgdum.

 

Hon sigur, at av øðrum vørum, sum tey serliga selja bóndrum og fólki, sum fáast við seyð og onnur kríatúr, er hegn og hegnpelar. Haraftrat hava tey eisini el-hegn og battarí.

 

Annie Bech Hentze sigur, at MBM í Suðuroy eisini selur ymiskt til hundar og kettur, umframt at handilin hevur fjallastyvlar tuflur, spannir og oyraverju - og eitt ávíst úrval av ketildraktum, arbeiðs-og regnklæðum.

 

- At enda hava vit eisini ullasaksar, seyðaspjaldur og oyramerki umframt eitt minni úrval av amboðum og smærri maskinum.

 

Vikublaðið hevur vitjað í Suðuroy og í blaðnum, sum verður borið í hvørt hús seinnapartin í morgin, er fitt av tilfari úr Suðuroy.