Annfinnur Heinsen, sjónleikari og við í satirisku sendingini »Moldvarp Føroya«

- Satiran eigur, sum í hesum føri, at brúka krútið uppá tey sum sita á ovastu rók. ØLL sum hava vald til at ávirka lívið hjá øllum øðrum, kunnu viðgerast kritiskt og eiga at tola tað. Men harfyri er ikki sagt, at tey so kunnu spillast út, bara tí. Ei heldur kann tað forsvarast, at satiran provokerar bara fyri at provokera. Tað má hava eitt “hægri” endamál, har eitt aktuelt evni verður viðgjørt uppá ein raffineraðan máta í einum ”skeivum” samanhangi, so tað fær okkum at steðga upp og hugsa og kjakast.

Persónliga haldi eg Heini rakti ordiliga væl, við vakurleikadrotning og dannebrog, og hansara mynd hevur so sanniliga sett gongd á ein av sterkastu súlunum í fólkaræðinum, nevniliga kjakið. Onkur følir at Festirstein fer um mark, og tað eru tey í sínum fulla rætti til at halda og siga, tí tað er ein forbankað torfør javnvág, sum man ikki altíð eigur at insistera uppá at definera einsamallur. Tað má ongantíð blíva eitt endamál í sær sjálvum at gera fólki fortreð, men hinvegin kanst tú heldur ikki altíð stýra hvør fær ilt av hvørjum, tí fólk eru so ymisk.
Alt hetta kjakið um eina tekning er í veruleikanum eitt heilsutekin um eitt vælvirkandi fólkaræði, har nógv tíbetur tora at brúka sín rætt til at siga sína hjartans hugsan. Kritikkur nýtist ikki at vera niðurbrótandi, hann kann eisini vera BROYTANDI, uppá ein positivan og konstruktivan og stuttligan máta. Í so máta hava vit brúk fyri satiru í Føroyum og eiga at fagna teimum sum duga og tora at skapa okkurt stuttligt burturúr tí turru politisku skipanini.