Annfinn vil ikki vera formaður

Annfinn Brekkstein ber seg undan afturvali til Formann í Føroya Væl, skrivar Dimmalætting í dag.

Annfinn Brekkstein er afturvaldur í nevndina á veljarafelagnum í Suðurstreymoy hjá Sambandsflokkinum. Men hann ber seg undan at fara í formanssessin, ið hann hevur sitið í fleiri tey seinastu árini. Annfin Brekkstein sigur orsøkina vera, at hann ætlar sær at stilla upp til komandi val, og hetta kann seta hann í eina tvístøðu, sum hann ikki hevur hug at koma í aftur. Hann upplivdi hetta í 2004, tá hann stillaði upp til Býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.
Dimmalætting skrivar, at hetta eru aðru ferð, at Annfinn Brekkstein ber seg undan afturvali til formann. Hetta var eisini støðan undan seinasta formansvali, men tá var hann afturvaldur álíkavæl. Annfinn Brekkstein sigur við blaðið, at hann vónar, at hetta ikki endurtekur seg hesaferð.