Annfinn vil ikki hava Kaj Leo á listan

Annfinn Brekkstein finst at løgtingslimum, ið nú bjóða seg fram til kommunuvalið.

 

Hann skrivar í lesarabrævi í dag, at løtingslimir undirgrava týdningin av løgtingsarbeiðnum við at stilla upp til kommunuval. Hann spyr um tingarbeiði veruliga hevur so lítið uppá seg, at tey fólkavaldu hava tíð fleiri størv.

 

Annfinn Brekkstein sigur víðari, at tað er sera skjótt, at politikkarar, ið umboða bæði løgting og kommunur, skjótt fáa ein trupulleika við hvønn tey umboða fyrst – kommununa ella løgtingið.

 

Hetta er sera áhugavert, havandi í huga, at fyrrverandi formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, eftir øllum at døma bjóðar seg fram til kommunuvalið.

 

Hóast Annfinn Brekkstein ikki nevnir tað beinleiðis, so kann lítil ivi verða í, at hann eisini sipar til fyrrverandi løgmann í lesarabrævinum, ið hann allarhelst metir sum ein stóran kappingarneyta á sambandslistanum í Tórshavn.

 

Annfinn Brekkstein hevur einsamallur umboða Sambandsflokkin í Tórshavnar býráð seinastu tvær seturnar.

 

Tað er eisini vert at leggja til merkis, at Annfinn Brekkstein hevur skift meinin í hesum spurningu. Hann stillaði sjálvur upp til seinasta løgtingsval og fekk 120 atkvøður. Tað rakk til eitt 15. pláss á sambandslistanum.

 

Lesarabrævið hjá Annfinni Brekkstein kann lesast her