Semjan, ið tyktist vera í samgonguni í Tórshavnar býráð um skattaprosentið næsta ár, helt ikki leingi.
So seint sum fyrradagin samtyktu allir fýra samgongulimirnir í fíggjarnevndini at leggja fyri býráðið uppskot til fíggjarætlan fyri næsta ár við sama skattaprosenti sum í ár, 20,25%
Í dag komu tey tíðindi, at sambandsmaðurin í samgonguni hjá javnaðarflokkinum, fólkaflokkinum og sambandsflokkinum, Annfinn Brekkstein, yvirhøvur ikki meinti tað, sum hann bæði atkvøddi fyri og skrivaði undir at leggja fram týsdagin.
Nú vil hann lækka skattaprosentið niður á 20.00%, ella 0.25%.
Onki orð varð grett um hesa ósemju í býráðssamgonguni hendan dagin, fíggjarætlanin var fyri í fíggjarnevndini.
Men hetta kann merkja, at antin tekur øll samgongan undir við at lækka skattaprosentið ella fær sambandsmaðurin durafjórðingin úr tí, sum eftir er av breiða samstarvinum. Tveir eru kostirnir.
Samgongan hevur sitið við fíggjarætlanini síðani 10. september, og allir samgongulimirnir í fíggjarnevndini tóku í fyrradagin undir við at leggja eitt uppskot fyri býráðið, sum javnvigar við 624 mió kr við skattaprosentinum 20,25.
Minnilutin Tjóðveldi tók ikki støðu til innihaldið í uppskotinum á fundinum týsdagin, tí floksins umboð hava ikki verið við í viðgerðini síðani 10. september, tá umsitingin legði fram eitt uppskot, sum í høvuðsheitum var framskriving av tølum frá 2014.
Samgonguflokkarnir hava broytt tølini so mikið síðani, at teimum hevur eydnast at fáa íløgurnar næsta ár úr 100 mió kr upp í 110 mió kr.
Býráðsnevndirnar fara í næstum at viðgera fíggjarætlanina. Har fáa allir býráðslimir høvi til at seta seg inn í fíggjarætlanina fyri tey øki, teir hava við at gera. Seinni skal fíggharætlanaruppskotið hava tvær viðgerðir í býráðnum og samtykkjast endaliga har fyri 1. desember.