Annelin nýggjur leiðari

Disa leggur frá sær sum leiðari av dagtilhaldinum í Nólsoy, og nýggjur leiðari verður Annelin Davidsen.

Disa leggur frá sær sum leiðari av dagtilhaldinum í Nólsoy, og nýggjur leiðari verður Annelin Davidsen.

 

Mánadagin var lítil móttøka í dagtilhaldinum í Nólsoy. Petricia (Disa) Christiansen, ið hevur verið leiðari í dagtilhaldinum síðan tað lat upp í 2007, hevur lagt frá sær vegna aldur og  Annelin Davidsen hevur tikið við sum nýggjur leiðari.

 

Eyðfríð L. Jacobsen, leiðari á Sosialu deild Tórshavnar kommunu, segði nøkur orð, har hon millum annað takkaði Disu fyri tað stóra arbeiðið, hon hevði gjørt sum leiðari í dagtilhaldinum, og bjóðaði Annelin Davidsen vælkomnari sum nýggjur leiðari.

 

Annelin Davidsen er sjálv nólsoyingur, men hevur seinastu árini ikki búð í Nólsoy.