Annelena var gumma

Á norsku skipasmiðjuni eru tey errin av at hava bygt eitt skip sum Brimil

Tað var Annelena Niclasen, kona Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra, sum fekk heiðurin av at doypa nýggja vaktarskipið.

Og tað gjørdi hon við hesum orðum:


Sum láturverja sterk

Útinn títt verk

Um Atlantshavs bylgjur

Tú sjófólki fylgir

Fyri landi tú verji skal vera

Navnið Brimil skal bera


Brimil er góðar 63 metrar langur, góðar 12 metrar breiður, hann hevur tveir motorar, uppá tilsamans 5.400 hestar og teir kunnu geva honum eina ferð upp á yvir 17 míl.

Somuleiðis er støddin og útgerðin soleiðis, at tað er væl hóskandi at arbeiða undir landi við. Brimil er væl útgjørdur við kranum og spølum og hann sleipar yvir 160 tons.

Av serligari útgerð hann hevur, kann nevnast, at umframt høvuðsskrúvuna, hevur hann tvær síðuskrúvur, harav tann eina er ein azimut skrúva, tað er ein skrúva, sum kann vendast ymsar vegir. Hetta ger, at tað ber til at leggja bátin púra stillan, tá ið tað krevst og við einum joystikki ber tað so til at flyta hann spakuliga hagar og hagar og tað verður mett at vera eitt sera stort framstig afturímóti Tjaldrinum.

Umframt útgerðina, sum skipið hevur, vóru føroysku reiðararnir ógvuliga hugtiknir av, hvussu gott handverk skipið er.

Men hetta er eisini fyrsta skipið, sum Myklebust Mekaniske Værksted hevur bygt til Føroyar og á norsku skipasmiðjuni duldu tey ikki fyri, at teir høvdu havt ein serligan tokka til Brim og høvdu gjørt sær rættiliga stóran ómak fyri at vísa, hvør dugur er í teimum.

-Hetta er eitt skip, sum vit eru ógvuliga errin av at hava bygt, segði ein av oddamonnunum á norsku skipasmiðjuni.

Umboðini fyri føroysku eigararnar fegnaðust eisini um samstarvið við norsku skipasmiðjuna og í fleiri førum er skipasmiðjan komin við betri loysnum, enn føroyingar høvdu kravt. Hetta sæst aftur í, at alt skipið er avbera snotiligt og snøgt og ikki minst eru umstøðurnar hjá manningunum sera góðar.

Men vegna trætu imillum teir, sum skulu manna nýggja skipið fíggjarmálastýrið um løn mátti Brimil sigla framvísingartúr undir norskum flaggi og við norskari manning.

Brimil hevur kostað 95 milliónir at byggja.