Hóast Linnet og Blachman hava keglast nógv seinastu tvær vikurnar, so lurta tey eftir hvørjum øðrum, og taka góð ráð til sín.
Tá ið tey fóru hvør til sítt í farnu viku var tað als ikki ein vinarligur tóni millum Anne Linnet og Thomas Blachman.
Men Anne Linnet hevur tikið nøkur ráð frá Blachman til sín.
- Eg vil gjarna lurta eftir teimum ráðum, sum Blachman og Ida koma við. Í hvørjari sending koma ynski frá teimum, sum eg fegin vil taka til mín, sigur Anne Linnet við heimasíðuna hjá DR.
Fríggjakvøldið broytti Anne Linnet eitt nú framførsluna hjá Wasteland til, at teir ikki dansaðu og førdi seg fram á pallinum, men ístaðin settu seg niður við hvør sínum guitara.
- Eg havi hugsað um, at dreingirnir skulu sleppa at spæla alt tað teir duga. Teir duga annað enn at spæla guitara, og vit hava einans sæð ein brotpart av teirra tónlistarligu eginleikum, sigur Anne Linnet.
Eisini framførslan hjá Anna&Lusanda var merkt av ráðunum frá Blachman. Blachman gramdi seg í farnu viku um, at hann ikki hoyrdi tær báðar nóg væl, so hesaferð var tónleikurin stillari, og tískil hoyrdist tær betri.