Komandi seks mánaðirnar skal fyrrverandi læknastjórin, Anne Grete Mikkelsen, leiða barnadeildirnar og deildirnar fyri internt medisin á einari av deildunum hjá Læknum uttan Landamørk í býunum Sarfir Umra og Birka Sayra í norðrara parti av Darfur.
Anne Grete sigur, at hon síðani í novembur hevur gjørt seg til reiðar til hetta starvið við eitt nú at hava verið í Svøríki og endurútbúgvið seg.
Hon sigur, at hon altíð hevur verið áhugað í humaniterum arbeiði og tí gleðir seg at sleppa í gongd við hetta sera spennandi og meiningsfylta arbeiðði.
Anne Grete kom til Føroya, tá hon varð sett í starv sum læknastjóri við Sjúkrahúsverkið. Men stólurin har gjørdist heitari, enn hon hevði droymt um, og í fjør heyst pakkaði Anne Grete sekkin og fór aftur til Danmarkar.
Tað var hon ómetaliga kedd um, tí henni dámdi so avbera væl í Føroyum.
- Eg ynski ikki at minnast tað keðiliga, men bara at goyma tey góðu minnini, eg havi um tíðina í Føroyum, sigur hon.
Hon fekk løn eina tíð eftir, at hon var farin úr starvi, og ta tíðina og peningin hevur hon nýtt at endurútbúgva seg til tað arbeiði, sum hon nú fer undir.
MSF hevur síðani desembur í fjør virkað í Darfur, har tey 100 altjóða- og 2000 sundanensisku hjálparfólkini geva heilivág og føði til tey meira enn 600.000 innanhýsis flóttarfólkini.
Í løtuni eru meira ein millión burturrikin sudanesisk flóttarfólk í Darfur, og um 190.000 sudanesisk flóttarfólk eru farin um markið til grannalandið, Tshad.
Umframt at taka sær av niðurundirkomnum børnum, viðgera læknarnir hjá MSF eisini offur fyri harðskapi og neyðtøkum.
Anne Grete Mikkelsen er fødd og uppvaksin í Ringkøbing. Hon tók læknaprógv í Århus 1970. Fekk serlæknaviðurkenning í tí, sum rópt verður ?intern medisin?, í 1981.
Í 1991 tók hon við sum yvirlækni á Faaborg sjúkrahúsi, og í 1993
gjørdist hon administrerandi lækni har.
Í 2000 varð hon sett í starv sum læknastjóri við føroyska sjúkrahúsverkið og starvaðist har, til hon í fjør heyst fór niður aftur til Danmarkar.










