Annarhvør sleppur við

Við at hava 22 spælarar í hópinum til tað síðsta, heldur Brian Kerr allar sínar menn klárar og ídnar, so tað undir øllum umstøðum verða 11 tendraðir spælarar, ið byrja inni í dystinum ímóti Serbia í annaðkvøld

FÓTBÓLTUR

 

Eitt sindur av fótbóltsspæli og so ein steðgur – og prát. Eftur eitt sindur av spæli, ein steðgur og prát. Og eina ferð aftrat og eina ferð aftrat…

Kanska ikki tað, fótbóltsspælarar eru fegnastir um, tí teir trívast altso best við einum bólti, ið gongur fót av fóti. Tað má gjarna henda nakað, og helst við einum bólti. Tað eitur væl eisini fótbóltur?

Taktiska venjingin hjá A-landsliðnum á Tórsvølli í gjárkvøldið var nú allíkavæl meira venjing, enn taktikkur. Men Brian Kerr fylgdi væl við og gjørdi sær ómak, so hann kundi vissa sær, at allir fingu væl við, hvat tað nú var, hann meinti við.

Við greiðum myndugleika, men samstundis sannførandi og spentur, stýrdi og stjórnaði hann miðskeiðis á vøllinum venjingini, og hvørja ferð hann breyt spælið av, spílaðu spælararnir oyruni út og lurtaðu. Eingin ivi var um, hvør var skiparin, og manningin sá út til at akta væl.

Ímóti endanum á venjingini vóru tvey mál drigin eitt sindur frá vallarendunum, og so sluppu spælararnir ta síðstu løtuna at spæla sær við bóltinum uttan nevniverd avbrot, og so var tíð komin til eitt sindur av lættari renning og útstrekking, áðrenn klárt var at fara undir brúsuna og niðan aftur á hotellið.

 

Einki sjálvskrivað

Spælararnir eru fleiri í tali, enn teir plaga at vera tað, tá bara tvey samdøgur eru eftir til dyst, men soleiðis hevur Brian Kerr ynskt tað, og soleiðis hevur hann fingið tað. Óivað eru eisini minst tvær orsøkir til, at hópurin er so væl mannaður.

Tann fyrra er helst, at hevur hann fleiri spælarar tøkar, hevur hann betur møguleika at síggja fleiri spælarar í egnari venjing, so hann lærir teir at kenna og lættari kann meta um, hvør kann spæla hvar og hvussu.

Og so er tað seinna orsøkin, ið óivað hevur til endamáls at halda allar púra klárar, tí í gjárkvøldið var ikki líkt til, at nakar teirra visti, um hann fekk kjansin í annaðkvøld ella ikki. Har ráddi snøgt sagt bara um at spíla seg út alla tíðina.

Fyri tey, sum stóðu uttanfyri og hugdu at, var ikki líka lætt at gita liðið, sum tað onkuntíð hevur verið. Tá tú helst teg hava eitt gott boð, høvdu brádliga einir tveir ella tríggir skift um vest, og so spældu teir við »hinum liðnum« mítt í tí heila…

Serliga hetta síðsta er helst eitt gott amboð, um Brian Kerr veruliga vil dyrka villskapin og tendra teir fyrstu 11 – umframt sjálvandi teir, ið spentir skulu sita á bonkinum. Hvør verður hvar – ella ongastaðni – er enn ikki lætt at gita, tí ikki er sørt, at venjarin longu hevur pilkað við ta vanahugsan, mong munnu hava, tá talan er um fótbóltslandsliðið.

Hann sær alt við øðrvísi og nýggjum eygum, og hvør veit, um ikki tað eisini kann gera sítt til, at vit burtur úr tí eisini fáa eitt landslið við øðrvísi og nýggjum taktum – fyri ikki at siga úrslitum.